Slepp av við klankikurar og kropshatur og finn TÍN veg til eitt heilsugott lív
​Eg brenni fyri at hjálpa tær, sum hevur eitt ynski um at...
​Sleppa av við "alt ella einki" tilgongd til mat, ella neiligar tankar um krop og mat
​
Ella tær...
Sum hevur tapt teg og ynskir at viðlíkahalda vekttapið, ynskir at tapa teg, ella sum vilt at finna eina vektjavnvág
​​​
Eitt matmentor-forløb kann vera 1:1 online ella hjá mær í Havn.
Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við meg, so kunnu vit taka eitt óbindandi prát um hvussu eg kann hjálpa tær.


UM
Eg eiti Gyða í Gongini
Eg eri útbúgvin kokkur og Professionsbachelor í Føðslu og heilsu. Harafturat eri eg certifiseraður Matmentor úr Madmentoruddannelsen v/Marie Steenberger.
Við meira enn 15 ára royndum sum kost- og føðslufrøðingur, m.a. á Fólkaheilsuráðnum, á Boðanesheiminum og á Landssjúkrahúsinum, havi eg hollar royndir og vitan um føðslu.
Mínar royndir hava lært meg, at tað ikki bert snýr seg um hvat vit eta, men at tankar okkara hava stóra ávirkan á matvanarnar.
Flest øll vita, hvat vit eiga at eta, men hava torført við at liva eftir tí í gerandisdegnum. Sum matmentor hjálpi eg tær at skilja títt etingarmynstur og skapa varandi broytingar—uttan avmarkingar, men við virðing fyri tær sjálvum.

HVUSSU ARBEIÐIR EIN MATMENTOR?
​
Ein matmentor er ein yrkisgóðkendur ráðgevi, sum hevur lært at hjálpa fólki at røkka teirra málum innan heilsu, yvirvekt ella undirvekt, við at at arbeiða við evnum sum kenslulig eting, kropsfatan og órógvandi matvanum.
​
Ein matmentor arbeiðir við meira enn bara vanum. Arbeitt verður við menniskjanum, sum hevur tillagað sær vanarnar, har farið verður í dýpdina við teimum orsøkunum, sum liggja aftanfyri óskynsamar matvanar, og hví teir er so torførir at broyta.
Stutt sagt, kann ein matmentor hjálpa menniskjum at tillaga vitan um heilsu til góðar vanar í gerandisdegnum.

TÆNASTUR

Fyrsta samrøða
Hálvan annan tíma
kr. 750,-

Pakki
7 samrøður á 1 tíma
kr. 5000,-





